Talan er um eitt av nýggjastu ferðamannaskipunum í heiminum. Viking tók ímóti skipinum frá italsku skipasmiðjuni Fincantieri í Ancona tann 26. mai í ár, og fáar dagar seinni varð tað doypt í Venezia.
Viking Mira hevur 499 ferðafólkakømur og rúm fyri upp í 998 ferðafólkum. Skipið er 54.300 bruttotons og siglir sítt fyrsta ár í Miðjarðarhavinum og Norður-Evropa.
Sambært Tórshavnar Havn kom Viking Mira inn klokkan 08 í morgun. Torcargo Faroes er agentur hjá skipinum í Føroyum. Skipið kemur aftur á Havnina 6. september.
Núverandi túrurin hjá Viking Mira byrjaði í Bergen 19. august og endar í Reykjavík 31. august. Ferðin ber heitið Iceland’s Majestic Landscapes.
##med2##











