Steypahálvfinalan Aalborg-GOG verður beinleiðis á TV2

Seinnapartin kunnu føroyingar síggja Óla Mittún og liðfelagarnar stríðast móti yvirmaktini

Seinnapartin klokkan 15 fær Óli Mittún eina risastóra uppliving. Hann og liðfelagarnir í GOG skulu spæla steypahálvfinalu í FINAL FOUR í Boxen í Herning.

 

Tað verður tó ein harður arbeiðssetningur. Mótstøðuliðið er Aalborg, ið higartil hevur vunnið 20 av 20 dystum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Aalborg hevur eisini eina stóra favorittstøðu undan dystinum. Men Óli og liðfelagarnir fara eftir sínum møguleika.

 

Hondbóltsáhugaðir føroyingar kunnu síggja dystin á danska TV2, og á TV2 Play.

 

Klokkan 12.30 møtast Sønderjyske og Ringsted í hinari hálvfinaluni, ið eisini sæst á TV2. 

 

Steypafinalan verður leikt í somu høll í morgin klokkan 15.