Stórsigur til føroyingaliðið Bergsøy í fyrsta kappingardystinum

Bergsøy legði hart út í norsku steypakappingini

Mánakvøldið spældu Pauli Høj, Ovi Lützen og liðfelagarnir í Bergsøy fyrsta kappingardystin í hesum kappingarárinum.

 

Á útivølli spældi Bergsøy - sum spælir í bestu norsku hondbóltsdeildini - dyst móti Gloppen úr triðbestu deildini í dysti í norsku steypakappingini.

 

Bergsøy vann seg trygt víðari í steypakappingini. Dysturin endaði við risasigri 41-14 til Bergsøy. Í steðginum var støðan 21-6.

 

Ovi skoraði fýra mál og Pauli skoraði trý mál. 

 

Komandi leygardag klokkan 17.15 leggur Bergsøy fyri í bestu norsku hondbóltsdeildini. Tá fáa Pauli, Ovi og liðfelagarnir vitjan av Kolstad.