Súna endaði tíðarskeiðið í Danmark við einum sigri

Marita Mortensen fekk eisini ein sigur í seinasta dystinum fyri HØJ

Tíðarskeiðið hjá Súnu Krossteig Hansen í donskum hondbólti fekk ein góðan enda.

 

Súna og liðfelagarnir í Skanderborg tryggjaðu í dag liðnum undan at skula leika nervakendar upp- og niðurflytingardystir móti liðnum hjá Elsu Egholm, Vár og Lív Zachariasen, Ajax.

 

Súna og liðfelagarnir vunnu í botnfinaluni á útivølli í niðara endaspælinum greiðan 39-33 sigur á liðnum hjá landsliðsmálverjanum, Anniku Fríðheim Petersen, EH Aalborg. Í steðginum var Skanderborg á odda 18-16.

 

Súna skoraði sjey mál, legði upp til eitt mál (assist), og vann liðnum trý brotskøst, og setti sostatt eitt flott punktum. Nú gongur leiðin hjá Súnu til montenigrianska stórliðið, Budocnost. 

 

Annika hevði eina bjarging í sjey málroyndum. Annika má nú saman við liðfeløgunum spæla upp- og niðurflytingardystir móti Ajax. 

 

Marita Mortensen fekk ein sigur í seinasta dystinum fyri HØJ. HØJ vann bólkafinaluna í niðara endaspælinum við 40-31 (18-17) stórsigri á heimavølli móti Silkeborg-Voel. 

 

Tað eydnaðist ikki Maritu at koma á máltalvuna í seinasta dystinum fyri HØJ. Komandi kappingarár fer Marita at spæla við Nykøbing-Falster.  

 

HØJ vann niðara endaspælið við níggju stigum. Liðið hjá Rakul Wardum, Ringkøbing endaði á øðrum plássinum við sjey stigum. Silkeborg-Voel hevur seks stig og Skanderborg hevur trý stig. EH Aalborg endaði aftast við einum stigi.