Tass: - Umfatandi ukrainsk álop í Russlandi

Ukrainar hava lopið á fleiri russisk mál, og russiska loftverjan hevur eftir øllum at døma havt úr at gera.

 

 

Kreml-stýrda russiska tíðindastovan Tass veit í dag at siga frá einari røð av ukrainskum álopum í eitt nú Krasnodar-regiónini í Russlandi.

 

Sagt verður, at lopið hevur verið á í økjunum, Jejsk, Temrjuk og Seversky. 

 

Kyiv Independent, sum endurgevur russisku tíðindastovuna, Astra, sigur, at ukrainar hava lopið á hernaðarflogvøllin í Jejsk við dronum.

 

- Eitt oljureinsarí eisini er rakt í álopunum umframt elektroniskur fregnartænastuútbúnaður, leggur Kyiv Independent aftrat.

 

Sambært Tass hava tvey fólk fingið skaða í ukrainsku álopunum. Aðrir útlendskir miðlar vita at siga, at fleiri eru løstað, og onkur hevur latið lív.

 

Reuters skrivar, at ukrainar eisini hava lopið á býin Sevastopol á Krim-hálvoynni, sum Russland tók frá Ukraina í 2014.

 

Russiski guvernørurin á Krim sigur, at tað hevur eydnast russisku loftverjuni at skjóta ukrainsku dronurnar niður.

 

Sagt plagar at vera, at tað er í Sevastopol, at Russland hevur sína herflotastøð í Svartahavinum.