Tað hevur higartil í ár gingið illa hjá bæði Skála og Víkingi at skjóta mál. Í fimm teimum fyrstu umførunum í landskappingini skoraði Skála trý mál, og Víkingur skoraði seks mál.
Í góðveðrinum í kvøld hittust Skála og Víkingur undir Mýruhjalla á Skála, og tað endaði málleyst.
Hetta var onnur ferðin á rað, at Skála var partur av málleysum javnleiki. Næstsíðsta vikuskifti endaði tað 0-0, tá ið Skála spældi ímóti B36 í Gundadali. Hetta eru tey bæði stigini, sum Skála hevur vunnið.
Tá ið klokkan var farin seks minuttir útum vanligu leiktíðina, hevði heimaliðið góðan møguleika at tryggja sær ársins fyrsta sigur og harvið trý stig, men tað miseydnaðist. Simon Jørgensen, sum í fjør var toppskjútti í næstbestu deildini, royndi úr góðari støðu, men bólturin fór framvið málinum.
Víkingarnir vóru meiri á bóltinum, men tað var rættiliga torført hjá gestunum at spæla seg ígjøgnum sera væl skipaðu heimaverjuna, har liðformaðurin Jákup Jakobsen var eyðsýndur stýrimaður.
Víkingur fær sunnudagin vitjan av B68. Víkingur hevur átta stig, og B68 hevur seks stig.
Skála fær sunnudagin vitjan av NSÍ. Skála hevur tvey stig, og NSÍ er topplið við 16 stigum.











