Olaf Bárðarson var á vøllinum í 83 minuttir, og Gullbrandur í Horni Øregaard var á vøllinum í 76 minuttir, tá lið teirra, Sandnes ULF knógvaði fyrsta sigurin í næstbestu norsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.
Sandnes ULF vann á útivølli 2-0 á Lyn Oslo.
Olaf legði Sandnes á odda við einum flottum gjøgnumbrotsmáli, har hann setti verjuna hjá Lyn av. Hetta hendi í 64. minutti. Í yvirtíðini økti Ole Sundgot til 2-0.
Sandnes hevur trý stig fyri tríggjar dystir.
Eydnan var Sandnes blíð, tí í tveimum førum í dystinum í Oslo í kvøld rakti Lyn tvørstongina.
HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Lyn Oslo-Sandnes ULF 0-2 (0-0):
##med2##
##med3##












