Í kvøld spældu Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona annan dystin í innleiðandi bólki 4 í svensku steypakappingini.
Í Halmstad Arena høllini í Halmstad vann Karlskrona, ið spælir í bestu svensku hondbóltsdeildini stórsigur á Drott Halmstad, ið spælir í næstbestu svensku hondbóltsdeildini.
Tað endaði við 42-27 sigri til Karlskrona, ið var á odda 19-14 í steðginum. Tróndur skoraði tvey mál í dystinum.
AMO, ið vann 29-28 (15-15) á Karlskrona fyrr í vikuni hevur tvey stig fyri ein dyst, meðan Karlskrona hevur tvey stig fyri tveir dystir. Linköping og Drott hava einki stig.
Linköping spælir í triðbestu deildini, og tí burdu Tróndur og liðfelagarnir eisini megnað at vunnið á Linköping. Liðini hittast í Linköping komandi týskvøld klokkan 18.30.
Endar Karlskrona millum tvey tey ovastu liðini í innleiðandi bólkinum vinna teir seg víðari í steypakappingini.