Trucker Festivalurin verður kring nýggja bygningin hjá Faroe Ship

Trucker Festivalurin 2025 verður hildin á økinum kring nýggja bygningin hjá Faroe Ship í Havn frá 26 - 27 juli

Tað er Leif Eliasen, sum er fyriskipari av Trucker Festivalurin.

 

Festivalurin var í mong ár eitt afturvendandi tiltak. Fyrstu ferð var í 2003, tá festivalurin varð hildin í Runavík. Har var hann til 2008, tá hann varð fluttur til Klaksvíkar. Seinastu árini hevur festivalurin verið í Sørvági. Onkuntíð hava verið yvir 70 bilar á Trucker Festivalinum. 

 

Leif Eliasen eigur hugskotið og byrjaði sjálvur at skipa fyri Trucker Festivalinum, har nógvir flottir bilar hava verið sýndir fram. Seinni kom so Hugo Skorastein við sum ein av fyriskipunum, og seinni aftur er Kaj B.Askham komin við eisini.

 

Økið rundan um skrivstovubygningin og pakkhúsið hjá Faroe Ship er lætt atkomiligt, og har eru góðar umstøður til at skipa ein góðan og hugnaligan Trucker Festival.

 

Allir bilarnir sum eru tilmaldaðir, verða stillaðir á økið og býttir upp, alt eftir hvat slag av bili talan er um. Teir, ið hava tekna seg til at verða í kappingini um vakrasta bil, kunnu vinna sær steyp til ognar. 

 

Skipað verður eisini fyri øðrum smærri kappingum á økinum. Leygardagin verður tónleikur har Sommerson Band kemur at spæla, og Tórshavnar RC felag luttekur við øllum teirra flota av fjarstýrdum bilum og maskinum.

 

##med2##

 

Feiri bilar eru teknaðir til, men pláss er fyri fleiri afturat. -Vit gera alt fyri at hetta verður ein góður festivalur við nógvum spennandi og flottum bilum. Á festivalinum vera um 80 bilar,og  tað er ókeypis atgongd fyri øll, sigur Leif Eliasen.