Trump fer ikki at brúka vald móti Grønlandi

Amerikanski sendiharrin í Danmark sigur, at forsetin hevur tikið hernaðarligt vald av borðinum, og at grønlendingar sjálvir skulu avgera framtíð sína.

Nýggja amerikanska konsulatið í Nuuk liggur mitt í býnum og er 3000 fermetrar stórt. Amerikanski sendiharrin í Danmark, Ken Howery, var við til upplatingina hóskvøldið.

USA fer ikki at brúka hernaðarligt vald fyri at fáa tamarhald á Grønlandi. Tað sigur amerikanski sendiharrin í Danmark, Ken Howery, undir upplatingini av nýggja amerikanska konsulatinum í Nuuk í dag.

 

– Forsetin hevur tikið møguleikan til vald av borðinum. Framtíðin hjá Grønlandi er nakað, sum grønlendingar sjálvir skulu taka støðu til, segði hann sambært grønlendsku miðlunum KNR og Sermitsiaq.

 

Útsøgnin kemur eftir, at amerikanski forsetin Donald Trump fyrr ikki hevur útiloka hernaðarligt vald fyri at fáa tamarhald á Grønlandi. Tað hevur skapt stórt orðaskifti, tí Danmark, Grønland og USA hava verið sameind í nógv ár.

 

Lesið eisini: Vit vilja hava góð viðurskifti við alt kongsríkið

 

Sambandið millum USA og danska ríkið hevur tí verið spent, og bæði ES og fleiri evropeisk lond hava víst Danmark og Grønlandi stuðul.

 

Í januar segði Trump tó á World Economic Forum, at hann ikki fór at brúka vald móti Grønlandi. Seinni hevur hann kortini aftur tosað um Grønland, millum annað tá hann nevndi ætlanir um at senda eitt amerikanskt sjúkrahússkip hagar. Tað skipið kom tó ongantíð.

 

Herfyri vitjaði amerikanski sendiharrin í Danmark, Ken Howery, í Føroyum. Hann í samrøðu í Sosialinum í síðstu viku, at málið hjá Trump-stjórnini er at hava eitt gott og sterkt partalag við alt tað danska kongsríki.

 

– Tað eru í løtuni diplomatiskar tingingar um Grønland, segði hann.

 

##med2##

 

– Ein »High Lewel Working Group« situr og arbeiðir, men tað er á diplomatiskum stigi, og málið hjá okk­um er at hava góð við­ur­skifti og sterk bond við trygd, handli og íløgum. Hetta er galdanndi bæði fyri Føroyar og Danmark og alt kongsríkið sum heild, segði hann millum annað við Sosialin.

 

Nýggja amerikanska konsulatið í Nuuk er 3.000 fermetrar stórt og liggur mitt í býnum. Higartil hevur USA havt virksemi sítt í einum húsi við havnarlagið.

 

Sambært KNR vóru blandaðar kenslur millum gestirnar til upplatingina, og limir úr Naalakkersuisut, grønlendsku landsstýrinum, vóru ikki við.

 

Mótmæli vóru eisini fráboðað í sambandi við upplatingina. Mótmælisfólk ætlaðu sær at halda bannarar og venda ryggin móti konsulatinum í tveir minuttir fyri at vísa ónøgd við amerikonsku nærveruna.

 

– Vit vilja gera greitt fyri USA, at sjálvræðisrætturin og framtíðin hjá okkum verður avgjørd av grønlendska fólkinum sjálvum, hevur fyriskiparin Aqqalukkuluk Fontain sagt við KNR.

 

Nýggja amerikanska konsulatið í Nuuk liggur mitt í býnum og er 3000 fermetrar stórt. Amerikanski sendiharrin í Danmark, Ken Howery, var við til upplatingina hóskvøldið.

– Vit vilja hava góð viðurskifti við bæði Danmark Føroyar og Grønland, sigur amerikanski sendimaðurin í Keypmannahavn, Ken Howery, í samrøðu við Sosialin Mynd: Álvur Haraldsen