Her er HM-hópurin hjá Eysturríki

Eysturríki er í HM-bólki saman við verandi heimsmeistarunum

Savnsmynd hjá FSF frá 21. oktober í 2021, tá Føroyar seinast spældu dyst móti Eysturríki

Eysturríki er í innleiðandi HM-bólki J saman við verandi heimsmeistarunum, Argentina, Algeria og Jordan.

 

Undan HM-endaspælinum fer Eysturríki at spæla venjingardystir móti Tunesia og Guetamala.

 

Føroyar hava møtt Eysturríki á átta sinnum í EM- og HM-undankappingardystum. Vit vunnu ein minniligan 1-0 sigur afturi í 1990, og fingu ein góðan 1-1 javnleik á Tórsvølli í 2008. Hinar seks dystirnar hevur Eysturríki vunnið greitt. 

 

Landsliðsvenjarin, Ralf Rangnick hevur kunngjørt HM-hópin, ið bert hevur tveir leikarar sum spæla í bestu eysturíksku fótbóltsdeildini. 

 

HER er eysturríkski HM-hópurin:

 

Málverjar: 

 

  • Alexander Schlager (RB Salzburg)
  • Patrick Pentz (Brøndby)
  • Florian Wiegele (Viktoria Plzeň)

 

Verjuleikarar: 

 

  • David Alaba (Real Madrid)
  • Stefan Posch (Mainz 05)
  • Philipp Lienhart (SC Freiburg)
  • Kevin Danso (Tottenham)
  • Phillipp Mwene (Mainz 05)
  • Alexander Prass (Hoffenheim)
  • Marco Friedl (Werder Bremen)
  • Michael Svoboda (Venezia)
  • David Affengruber (Elche)

 

Miðvallarar: 

 

  • Marcel Sabitzer (Borussia Dortmund)
  • Christoph Baumgartner (RB Leipzig)
  • Florian Grillitsch (Braga)
  • Konrad Laimer (Bayern München)
  • Xaver Schlager (RB Leipzig)
  • Nicolas Seiwald (RB Leipzig)
  • Alessandro Schöpf (Wolfsberger AC)
  • Romano Schmid (Werder Bremen)
  • Patrick Wimmer (Wolfsburg)
  • Carney Chukwuemeka (Borussia Dortmund)
  • Paul Wanner (PSV)

 

Áleyparar:

 

  • Marko Arnautović (Reyða Stjørna)
  • Michael Gregoritsch (FC Augsburg)
  • Saša Kalajdžić (LASK Linz)

Savnsmynd hjá FSF frá 21. oktober í 2021, tá Føroyar seinast spældu dyst móti Eysturríki