Um 18:30 tíðina í gjár fekk løgreglan boð um, at tveir mans vóru við eitt skeinkistað í Havn og vóru sera ólátaðir.
Løgreglan fór á staðið og fann báðar menninar, sum vóru útlendingar.
Vaktleiðarin sigur, at teir vóru strævnir og ikki til at hava við at gera. Teir vóru sera ávirkaðir, og tá teir ikki vildu upplýsa navn og føðidag og vóru ófantaligir, so endaði tað við, at teir vórðu handtiknir.
Teir hava sovið í brummuni í nátt og sluppu útaftur um 7 tíðina í morgun við tveim bótum í part. Eina upp á 1.500 fyri brot á skilhaldsreglarnar og eina upp á 1.000 fyri ikki at upplýsa navn fyri løgregluni.











