Russiskar dronur raktu í nátt altjóða marknaeftirlitið Starokozache við markið millum Ukraina og Moldova.
Tað upplýsir ukrainska marknavaktin sambært Reuters og AFP.
Guvernørurin í økinum, Oleh Kiper, sigur, at tvey sivilfólk lótu lív, og trý onnur vórðu særd í álopinum. Ein stórur eldur kyknaði eisini, og marknaeftirlitið varð stongt eina tíð.
Samstundis vóru nýggj russisk álop á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv. Sambært ukrainsku bjargingartænastuni kyknaði eldur, men eingin hevur latið lív í álopunum í nátt.
Týsdagin varð Kyiv eisini álopin við russiskum dronum og rakettum. Tá lótu fimm fólk lív, og 35 vórðu særd. Minst 14 íbúðarbygningar umframt eitt studentabýli, ein skúli og fleiri goymslubygningar fingu skaða.
Ukraina: Hava rakt russisk herskip
Ukrainski herurin upplýsir í morgun, at Ukraina samstundis hevur lopið á russisk hernaðarfør í havnabýnum Novorossijsk við Svartahavið.
Robert Brovdi, sum stendur á odda fyri ukrainsku dronueindunum, sigur sambært Reuters, at talan er um russisk skip, sum kunnu bera rakettir. Hann upplýsir ikki, hvussu nógv skip skulu vera rakt.
Nýggju russisku álopini koma eftir ein steðg í álopunum á Kyiv í tríggjar dagar. Steðgurin var í sambandi við, at amerikansku sendimenninir Steve Witkoff og Jared Kushner um vikuskiftið vitjaðu bæði Kyiv og Moskva.
/Ritzau/










