Týski kanslarin afturvaldur við stórum meiriluta

Á landsfundinum í dag var Friedrich Merz afturvaldur sum formaður í CDU við heili 91,2 prosentum av atkvøðunum

Ein stórur meiriluti av umboðunum á landsfundinum hjá konservativa týska flokkinum, CDU, gav kanslaranum, Friedrich Merz, sín stuðul sum floksleiðari.

 

Á landsfundinum í dag fekk Merz heili 878 atkvøður – svarandi til heii 91,2 prosent av teimum tilsamans 963 atkvøðunum.

 

– Eg vil veita mína hjartans tøkk, segði Friedrich Merz eftir atkvøðugreiðsluna og legði aftrat, at hann ynskti framhaldandi gott samstarv í flokkinum. 

 

Hetta veit tíðindastovan, NTB, at siga í kvøld.