Ukrainar hava oyðilagt russiska dronuverksmiðju

Russland hevur, síðan landið leyp á Ukraina í februar í 2022, sent nógvar hundrað dronur móti grannalandinum næstan hvørja nátt

Í nátt hevur ukrainski herurin oyðilagt eina dronuverksmiðju í russiska býnum, Taganrog.

 

Á Telegram skrivar ukrainski herurin, at oyðileggingin av verksmiðjuni fer at minka um dronuframleiðsluna hjá fíggindanum.

 

- Hetta fer eisini at minka um møguleikarnar hjá russiska herinum at fremja álop móti sivilum málum í Ukraina, verður lagt aftrat.

 

Russland hevur, síðan landið leyp á Ukraina í februar í 2022, sent nógvar hundrað dronur móti grannalandinum næstan hvørja nátt.

 

Á hinari síðuni leypir Ukraina á mál í Russlandi, sum í nátt, tá russiska dronuverksmiðjan sambært ukrainska herinum varð oyðiløgd.

 

Friðarroyndirnar, sum USA hevur staðið á odda fyri millum Ukraina og Russland, eru í løtuni í bíðistøðu, nú USA er í kríggi við Iran.