Tjóðsavnið fór fyrr í vikuni undir umvælingararbeiðið á Skansanum í Havn. Arbeiðið er neyðugt, tí partar av gamla múrverkinum, serliga í innara skansavollanum, eru í so ringum standi, at vandi er fyri, at teir kunnu rapa.
- Tað hevur verið neyðugt støðugt at viðlíkahalda vollar og múrar, síðan Skansin varð bygdur. Støðan hjá Skansanum er nógv ávirkað av tí harðliga virkseminum, sum seinastu 100 árini hevur verið kring Skansan í sambandi við havnararbeiði.
Víst verður á, at her hevur verið nógv sprongt, og her hevur verið sera nógv tung ferðsla.
Tjóðsavnið stendur fyri arbeiðnum, Landsverk er ráðgevi, og fyritøkan Basalt stendur fyri sjálvum múraraarbeiðinum.
- Í sambandi við fyrireikingarnar hevur Hans Chr. Frederiksen frá Nordisk Konservering verið í Føroyum og lagt lag á, hvussu arbeiðið skal gerast, og hvussu mørtilin skal blandast og brúkast til gamla múrverkið.
Tjóðsavnið vísir á, at á teimum strekkjum, har múrurin er so illa farin, at vandi er fyri, at hann rapar, verður hann tikin varliga niður og laðaður uppaftur.
- Aðrastaðni verða minni inntriv framd. Leysar fugur verða tiknar burtur, og hol í múrverkinum verða fylt við hóskandi gróti og klípum, og nýggjur mørtil verður lagdur í fugurnar.
Sagt verður, at ein hydrauliskur kálkmørtil, sum er væl egnaður til gamalt múrverk, verður brúktur.
- Hann er veikari og smidligari enn sementmørtil og kann tí betur fylgja rørslunum í gamla múrverkinum. Harður sementmørtil kann hinvegin føra til, at sjálvt basaltgrótið tekur skaða.
Tjóðsavnið sigur, at endamálið við arbeiðnum er at tryggja teir partarnar av Skansanum, sum eru í ringasta standi og samstundis varðveita so nógv sum gjørligt av verandi søguliga múrverkinum.










