Alzheimerfelagið hevur heitt á myndugleikarnar at dagføra lóggávuna, so at trygdarskapandi vælferðartøkni kann nýtast í størri mun í eldrarøktini. Hetta kom fram í Degi og viku 20. februar. Hesa áheitan eiga vit at taka í størsta álvara.
Í dag eru lógarforðingar í Føroyum, sum gera tað torført at taka slíka tøkni í brúk. Oftast skal søkjast um loyvi í hvørjum einstøkum føri, og loyvini verða givin fyri avmarkað tíðarskeið. Hetta ger skipanina umsitingarliga torføra – og tað tænir hvørki starvsfólkum, búfólkum ella avvarðandi.
Samstundis vita vit, at trygdarskapandi vælferðartøkni kann gera stóran mun.
Royndir frá ellisheimum í Danmark og Týsklandi vísa, at slík tøkni kann:
• geva náttarvaktum upp til 40 % meira tíð til umsorgan og røkt
• geva dagvaktum 20–30 % meira tíð
• minka sjúkrafráveru og stress hjá starvsfólki
• fyribyrgja, at eitt nú búfólk detta, bróta bein ella fáa aðrar skaðar
• skapa størri tryggleika hjá avvarðandi
Við øðrum orðum: Tøknin gevur starvsfólkunum meira tíð til menniskjaligu uppgávurnar – til røkt, samrøðu og umsorgan.
Men føroyska lóggávan hevur ikki fylgt við menningini.
Í dag verður nógv vælferðartøkni bólkað undir sama reglurverk, sum merkir, at søkjast skal um loyvi í hvørjum einstøkum føri – eisini tá ið talan er um trygdarskapandi tøkni.
Í Danmark er hetta longu broytt. Har er hugtakið “tryghedsskabende velfærdsteknologi” komið inn í lóggávuna, so at ávís tøkni kann nýtast, uttan at søkjast skal um loyvi hvørja ferð – sjálvandi undir greiðum treytum.
Tað hevði gjørt skipanina nógv smidligari og givið bæði starvsfólkum og búfólkum betri umstøður.
Vit standa framman fyri eini tíð, har ið vit til dømis fáa fleiri eldri borgarar, meðan talið á starvsfólkum ikki fylgir við. Tað er torført at manna øll størvini. Tí er neyðugt at brúka nýggja tøkni og harvið nýggjar arbeiðshættir.
Skulu vit tryggja eina góða og trygga røkt í Føroyum í sambandi við eldrarøkt, demens, heimarøkt, brekøkið og so framvegis, mugu vit eisini tryggja, at starvsfólkini hava bestu amboðini til arbeiðið.
Tí eigur føroyska lóggávan at verða dagførd, so at trygdarskapandi vælferðartøkni kann nýtast í nógv størri mun.
Tað er gott fyri starvsfólkini.
Tað er gott fyri avvarðandi.
Tað er gott fyri tey, sum hava tørv á hjálp.
Og gott fyri samfelagið, sum kann liva upp til skyldurnar.
Ein jalig avleiðing er eisini, at hesi amboð kunnu verða ein av fleiri loysnum at bøta um fíggjarligu haldførisavbjóðingina.
X við A
X við FróðA Magnussen
Valdið til fólkið
– Vel Fólkaflokkin 26. mars











