Veðurstovan savnar staðbundna veðurvitan – nú er Kunoy á skrá

Samrøða við Jógvan Heinesen gevur innlit í, hvussu vindur, mjørki og brim bera seg at í Kunoy.

Veðurstova Føroya heldur fram við arbeiðinum at skráseta staðbundna veðurvitan kring landið.

Í mars var Kunoy tann 41. bygdin, har fólk frá Veðurstovuni gjørdu samrøðu við heimildarfólk um staðveðrið. Ætlanin er at savna hesa vitan úr øllum bygdum í Føroyum.

Í Kunoy varð tosað við Jógvan Heinesen, sum er ættaður úr bygdini og hevur búð har nærum alt sítt lív. Hann hevur verið sjómaður, arbeitt við landbúnaði og hevur drúgvar royndir við veðurlagnum í bygdini.

Sambært Veðurstovuni hevur Kunoy eitt sermerkt staðveður. Tey høgu og brøttu fjøllini eystanfyri gera, at ættir úr norði og eystri ofta geva nógvan vind, meðan tær vanliga geva minni regn og kava. Landsynningur, suðurætt og útsynningur kunnu hinvegin vera harðir í ringum veðri.

Vestanfyri liggur Kalsoyarfjørður, og haðani sleppur lotið næstan ótarnað inn í bygdina. Mjørki er serliga knýttur at lágættunum, og brimviðurskiftini broytast nógv eftir sjóvarfallinum.

Veðurstovan vísir eisini á, at tann ringasta vindløtan í Kunoy ofta er, tá ið eitt lágtrýst vestan fyri Føroyar flytur seg norðureftir, og vindurin stendur úr útsynningi.

 

Samrøðan við Jógvan Heinesen er tøk á heimasíðuni hjá Veðurstovu Føroya undir partinum Staðveður, har áhugað eisini kunnu lesa um staðveðrið í øðrum bygdum.

Kelda: Veðurstova Føroya.