Her eu tvær myndir - hin fyrra fyri jarðskjálvtan og hin seinna eftir jarðskjálvtan. Á seinnu myndini - myndini høgru megin - sæst, hvussu stórar oyðileggingarnar eru

Venesuela er í knúsi

Fólk í túsundatali eru saknað, og myndugleikarnir í Venesuela siga, at talið av deyðum fer at veksa

Her eu tvær myndir - hin fyrra fyri jarðskjálvtan og hin seinna eftir jarðskjálvtan. Á seinnu myndini - myndini høgru megin - sæst, hvussu stórar oyðileggingarnar eru

Samstundis, sum talið av deyðum eftir herviliga jarðskjálvtan í Venesuela veksur, senda fleiri og fleiri lond hjálp til vanlukkurakta landið.

 

Í morgun veit norska kringvarpið - NRK - at siga, at talið av deyðum higartil er komið upp á 235 - og í minsta lagi 4300 hava fingið løstir.

 

Fólk í túsundatali eru saknað, og myndugleikarnir í Venesuela siga, at talið av deyðum fer at veksa.

 

Bæði bjargingarlið og sjálvboðin leita eftir deyðum og løstaðum í leivdunum, eitt nú í høvuðsstaðnum, Karakas og Caraballeda.

 

Fleiri long hava sent bjargingarhjálp til Venesuela, eitt nú Kolumbia, Chili, El Salvador, Týskland og USA.

 

Í leitanini eftir løstaðum og deyðum telur hvør minuttur.

 

Myndugleikarnir í Venesuela stúra fyri, at talið av deyðum fer at veksa, tí talið av saknaðum er stórt.

 

Mong liggja undir knústu bygningunum, og oyðileggingarnar í landinum eri øgiligar, soleiðis sum myndin omanfyri er eitt dømi um.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Her eu tvær myndir - hin fyrra fyri jarðskjálvtan og hin seinna eftir jarðskjálvtan. Á seinnu myndini - myndini høgru megin - sæst, hvussu stórar oyðileggingarnar eru

Grivið verður eftir løstaðum og deyðum. Fleiri túsund fólk eru saknað