Við ársenda verða ukrainskir floskiparar ikki útbúnir til F-16 stríðsflogfør í Danmark.
Tað sigur danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, í dag á tíðindafundi við norska verjumálaráðharran, Bjørn Arild Gram. Noreg hjálpir eisini við venjingini í Danmark.
– Vit kunnu ikki útbúgva teir víðari eftir 2024, sigur Troels Lund Poulsen.
Tað er »við respekt fyri«, at Danmark er við at skifta til F-35-stríðsflogfør, sigur Troels Lund Poulsen.
Danmark fer tó framhaldandi at hjálp við venjingini av ukrainskum flogskiparum, men tað verður bara aðra staðni enn í Danmark. Í dag venja tey eisini ukrainskar flogskipara rí Rumenia.
/ritzau/