VIDEO: Bjartalíð skoraði eitt sera flott frísparksmál

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Altay-FC Kyzylzhar 2-2 (1-1)

Jóannes Bjartalíð var við frá dystarbyrjan, og hann skoraði eitt ótrúliga flott frísparksmál, tá lið hansara, FC Kyzylzhar spældi javnleik 2-2 móti Altay í dysti í bestu kasakisku fótbóltsdeildini.

 

Beint undan steðginum vann Jóannes liðnum eitt beinleiðis fríspark uttanfyri brotsteigarmarkið. Jóannes fekk góða ferð á bóltin, og hann setti bóltin hegnisliga í netið til støðuna 1-0 til FC Kyzylzhar. 

 

Í seinna hálvleiki legði heimaliðið seg á odda 2-1, men í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði Etienne Beugre fyri FC Kyzylzhar, og tryggjaði teimum eitt stig.

 

FC Kyzylzhar er nummar átta í deildini við 23 stigum. FC Kyzylzhar hevur 12 stig upp til Astana, ið er á triðja plássinum sum gevur atgongd til evropeiskan fótbólt komandi kappingarár.

 

Sunnudagin 16. august klokkan 15 spælir FC Kyzylzhar dyst á heimavølli móti júst Astana.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Altay-FC Kyzylzhar 2-2 (0-1):

 

##med2##