Hóskvøldið klokkan 18.30 spæla Brøndby og HB seinna dystin í øðrum undanumfarinum í Conference League á leikvøllinum í Brøndby. Fyrri dysturin endaði 1-1.
Brøndby hevur í dag spælt dyst á útivølli í donsku superliguni móti FC Nordsjælland. Brøndby vann dystin 1-0.
Clement Bischoff skoraði sigursmálið tíðliga í fyrra hálvleiki.
Hetta er fyrstu ferð síðani 2022, at Brøndby vinnur á FC Nordsjælland á útivølli.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum FC Nordsjælland-Brøndby 0-1 (0-1):
##med2##