U19-landsliðsleikarin, bert 17 ára gamla, Sara Benjaminsen hevur nú skotið fyrsta málið hjá sær í bestu donsku fótbóltsdeildini.
Fyrr í dag vann FC Nordssjælland á heimavølli stórsigur 9-1 á FC Keypmannahavn.
Tá Sara kom á vøllin aftaná steðgin var støðan 6-0. Í 64. minutti økti Sara til 8-0, tá hon fekk eina góða sending inn í brotsteigin, og hon sendi bóltin hegnisliga í netið.
HER ber til frá TV2 at síggja tey 10 málini, ið vóru skotin í dystinum. Málið hjá Saru sæst ein minutt inni í videobrotinum.
Nordssjælland er fjórðfremst í deildini við sjey stigum fyri fýra dystir.
Týskvøldið 1. september hevur FC Nordssjælland aftur dyst á heimavølli. Tá kemur Kolding á vitjan.











