Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin hava vunnið seg í týsku steypafinaluna.
FINAL FOUR í týsku steypakappingini er hetta vikuskiftið í LANXESS Arena í Köln.
Í einari málríkari hálvfinalu vann Füchse Berlin 39-36 á Lemgo. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 20-16.
Hákun skoraði trý mál upp á tríggjar málroyndir. Hann skoraði fyrsta og seinasta málið í dystinum. Lasse Bredekjær Andersson var við 11 málum toppskjútti hjá Füchse.
Í finaluni, ið verður leikt í morgin klokkan 14.45 skulu Hákun og liðfelagarnir møta vinnaranum av hálvfinaluni millum Bergischer og SC Magdeburg.
HER ber til frá rásini Siggi_Channel at síggja tey trý málini Hákun skoraði í hálvfinaluni í dag:
##med2##











