VIDEO: Ísland og Ungarn hava vunnið seg víðari úr EM-bólki F

(Video) Her ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Pólland-Ísland 23-31 (10-13)

Mynd: Ritzau Scanpix

Ísland og Ungarn hava vunnið seg víðari úr innleiðandi EM bólki F.

 

Fyrr í dag vann Ísland í Kristianstad greiðan 31-23 sigur á Póllandi. Í steðginum vóru íslendingar á odda 13-10.

 

Orri Freyr Þorkelsson var við seks málum toppskjútti hjá Íslandi. Við fimm málum var Michał Olejniczak toppskjútti hjá Póllandi.

 

Í sama bólki vann Ungarn í kvøld 32-26 á Italia. Í steðginum var Ungarn á odda við bert einum máli, 14-13.

 

Bence Imre var við níggju málum toppskjútti hjá Ungarn. Simone Mengon var toppskjútti hjá Italia við seks málum. 

 

Ísland og Ungarn hava fýra stig hvør, meðan Italia og Pólland einki stig hava. 

 

Skráin fyri bólk F:

 

16. januar: Ísland – Italia 39-26

 

16. januar: Ungarn – Pólland 29-21

 

18. januar: Pólland – Ísland 23-31

 

18. januar: Italia – Ungarn 26-32

 

20. januar: Pólland – Italia, kl. 17.

 

20. januar: Ungarn – Ísland, kl. 19.30.

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Pólland-Ísland 23-31 (10-13):

 

##med2##

 

Mynd: Ritzau Scanpix