Kroatia og Svøríki hava vunnið seg til EM-millumumfarið úr innleiðandi bólki E, ið verður spældur í Malmö Arena.
Kroatia vann 35-29 á Niðurlondum. Í steðginum var Kroatia á odda 15-13.
Ivan Martinović var við níggju málum toppskjútti hjá Kroatia. Toppskjútti hjá Niðurlondum við átta málum var Rutger ten Velde.
Svøríki vann í kvøld greitt 38-29 á Georgia. Í steðginum var Svøríki frammanfyri við fimm málum, 20-15.
Felix Claar og Nikola Roganovic vóru við seks málum hvør toppskjúttar hjá Svøríki. Giorgi Tskhovrebadze var stórskjútti hjá Georgia við 11 málum.
Kroatia og Svøríki hava fýra stig hvør, meðan Niðurlond og Georgia einki stig hava.
Skráin fyri bólk E:
17. januar: Kroatia – Georgia 32-29
17. januar: Svøríki – Niðurlond 36-31
19. januar: Niðurlond – Kroatia 29-35
19. januar: Georgia – Svøríki 29-38
21. januar: Niðurlond – Georgia, kl. 17.
21. januar: Svøríki – Kroatia, kl. 19.30.
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Niðurlond-Kroatia 29-35 (13-15):
##med2##











