Støðan var 0-0 í dystinum millum Åsane og Strømsgodset í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, tá landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge í 66. minutti mátti av vøllinum í Bergen, og ungi málverjin, Simo Lampinen-Skaug mátti verja málið restina av dystinum. Mattias fekk ein snudd eftir ein samanstoyt, og eftir tí sum frættist, so verður Mattias uttanfyri í nakrar vikur.
Áðrenn Mattias mátti av vøllinum hevði hann nakrar góðar bjargingar, tá Åsane í fyrra hálvleiki trýsti Strømsgodset fyri at leggja seg á odda.
Innanfyri sjey minuttir millum 79. og 86. minutt skoraðu Fredrik Ardraa, Elias Hoff Melkersen og Sebastian Pingel tey trý málini, ið tryggjaðu Strømsgodset sigurin. Øll trý málini vóru skotin úr stuttari fjarstøðu aftaná góðar fríspælingar.
HER eru hæddarpunktini frá norska TV2 frá dystinum Åsane-Strømsgodset 0-3 (0-0). Góðar bjargingar hjá Mattiasi síggjast í samandráttinum:
##med2##











