Nú verður hetta vandamikla vegamóti tikið upp politiskt. Jacob Vestergaard, avvarðandi landsstýrismaður, skal nú svara einum grein 52 fyrispurningi um málið

Vil hava greiðu á lívsvandamiklum vegamóti

Málið um vegamótið har Norðskálavegurin við Svartheygg kemur út í landsvegin við brúnna um Streymin

Nú verður hetta vandamikla vegamóti tikið upp politiskt. Jacob Vestergaard, avvarðandi landsstýrismaður, skal nú svara einum grein 52 fyrispurningi um málið

Talan er um ein grein 52a fyrispurning, sum Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í samferðslumálum.

Bill Justinussen spyr soleiðis um vegastrekkið við Streymin:

1. Nær kann væntast, at vegastrekkið við Streymin fær eina varandi ferðslutrygga loysn?

2. Hvussu nógv kostar tað at broyta vegastrekkið, so ferðslan verður trygg?

3. Hvør loysn heldur landsstýrismaðurin er tann besta?

Í viðmerking til fyrispurningin vísir Bill Justinussen á, at nógvar minni og meiri álvarsligar ferðsluvanlukkur hava verið á vegstrekkinum við Streymin gjøgnum árini.

– Í mong ár hevur tað verið eitt áleikandi ynski frá íbúgvum og kommunala myndugleikanum at fáa eina varandi ferðslutrygga loysn á strekkinum, sigur Bill Justinussen.

– Ymsar loysnir eru á borðinum. Nógv samskifti og nógvir fundir hava verið millum kommunala myndugleikan, lokala handilslívið og almenna myndugleikan um, hvør loysn er best egnað. Tó er enn ongin avgerð tikin um, hvør loysn skal setast í verk.

– Og meðan vit bíða, henda fleiri ferðsluvanlukkur og ferðsluóhapp. Álvarsligur mannskaði og í nøkrum førum mannalív eru prísurin fyri almenna drálið.

Bill Justinussen heldur, at nú nýtt landsstýri er skipað, er lagaliga løtan at spyrja, nær væntast kann, at nakað munagott hendir í málinum.

Landsstýrismaðurin hevur nú tíggju yrkadagar at svara spurninginum.

 

Nú verður hetta vandamikla vegamóti tikið upp politiskt. Jacob Vestergaard, avvarðandi landsstýrismaður, skal nú svara einum grein 52 fyrispurningi um málið