Átta skotin í New York á tjóðardegnum

Í minsta lagi átta fólk, harímillum fýra børn, vórðu skotin í býarpartinum Coney Island í New York leygarkvøldið lokala tíð

Løgreglan í New York kannar skottilburðin í Coney Island, har átta fólk vórðu rakt av skotum undir fýrverkinum á amerikanska tjóðarhátíðardegnum. Mynd: Ritzau/Reuters.

Sambært løgregluni eru øll flutt á sjúkrahús. Sjey eru í stabilari støðu, meðan ein 21 ára gomul kvinna er álvarsliga løstað.

 

Tey skotnu eru tveir menn, tvær kvinnur og fýra børn á 6, 7, 12 og 14 ár.

 

Løgreglan hevur funnið eitt skotvápn á staðnum, men eingin er handtikin enn, og motivið er framvegis ókent.

 

Sambært amerikonskum miðlum vóru fólk savnað at hyggja at fýrverki í sambandi við hátíðarhaldið av, at USA helt 250 ára dagin sum sjálvstøðug tjóð, tá skotini fullu.

 

Kelda: Ritzau/ABC News.

 

 

 

Løgreglan í New York kannar skottilburðin í Coney Island, har átta fólk vórðu rakt av skotum undir fýrverkinum á amerikanska tjóðarhátíðardegnum. Mynd: Ritzau/Reuters.