Nýggj fosturtøkulóg komin í gildi

Mikudagin 1. juli 2026 helt Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, røðu í Mettustovu í sambandi við, at nýggja fosturtøkulógin kom í gildi.

 

Samkoman varð skipað av Kvinnufelagnum í Havn, Frítt Val, Amnesty Føroyar og Abort.fo.

 

Í røðuni legði landsstýriskvinnan dent á, at lógin, sum avloysir lóggávuna frá 1956, er eitt týðandi stig fyri sjálvræði, ábyrgd og virðing. Hon takkaði eisini felagsskapunum og teimum mongu, sum í nógv ár hava borið málið fram og hildið lív í kjakinum.

 

Røðan hjá landsstýriskvinnuni kann lesast niðanfyri.

 

 

 

Røða í Mettustovu 1. juli 2026

 

Góðu tit øll

 

Hjartans takk til Kvinnufelagið í Havn, Frítt Val, Amnesty Føroyar og Abort.fo fyri at hava skipað fyri hesi samkomuni.

 

Tað er ein heiður at sleppa at standa her í Mettustovu júst í dag.

 

Summir dagar og hendingar eru størri enn aðrir. Ikki tí at alt broytist upp á ein dag, men tí at dagurin verður eitt eyðkenni fyri eina ferð, sum nógv undan okkum hava gingið gjøgnum nógv ár. Í dag er ein slíkur dagur.

 

Í dag kemur nýggja fosturtøkulógin í gildi. Ein lóg, sum avloysir eina lóggávu frá 1956.

 

Tað er eitt árstal, sum eigur at fáa okkum at steðga á. 70 ár!

 

 

 

1956

 

Tá sóu Føroyar heilt øðrvísi út. Kvinnur høvdu eitt annað pláss í samfelagnum.

 

Familjulívið var øðrvísi. Arbeiðslívið var øðrvísi. Heilsuverkið var øðrvísi.

 

Og enn tóktist javnstøðan at vera langt burturi.

 

Síðani tá eru Føroyar broyttar á nærum øllum økjum.

 

Tó stóð henda lógin eftir. Í dag leggja vit hana aftur um okkum.

 

Ikki tí at vit vilja strika søguna,men tí at vit vilja skriva ein nýggjan kapittul.

 

 

 

Tað er serliga hóskandi, at vit savnast júst her. Kvinnufelagið í Havn varð stovnað í 1952. Bert fýra ár seinni varð gamla fosturtøkulógin sett í gildi. Felagið hevur sostatt livað við hesi lóggávu allan sín aldur.

 

Kvinnufelagið hevur eisini verið ein rødd, ein rødd fyri javnstøðu, ein rødd fyri samfelagskjaki, ein rødd fyri kvinnum og ein rødd fyri tí sannroynd, at framburður byrjar, tá menniskju tora at seta orð á tað, sum kann tykjast ov torført at tosa um.

 

 

 

Eg ímyndi mær allar tær samrøður, sum hava verið í hesum húsinum. Kvinnur, sum hava lurtað, kvinnur, sum hava kjakast, kvinnur, sum hava stuðlað hvørji aðrari og kvinnur, sum hava hildið fast, eisini tá tað hevur kostað.

 

Tí samfeløg broytast sjáldan í einum - tey broytast, tá menniskju eru áhaldin, og tí er hetta ikki bara søgan um eina lóg - hetta er søgan um eina rørslu.

 

Um kvinnur, sum hava sagt sína søgu og um felagsskapir, sum hava hildið lív í kjakinum.

 

Um fakfólk, sum hava deilt sína vitan. Og um politikarar úr ymiskum flokkum, sum valdu at arbeiða saman um eitt mál, tey hildu vera rætt.

 

Tá uppskotið varð lagt fram, vóru vit fýra politikarar úr fýra ymiskum flokkum, sum settu okkara navn á lógaruppskotið. Hetta við fullum stuðli - ella partvísum stuðli - úr baklandinum.

 

Flokkarnir vóru og eru framvegis ikki samdir um alt, men vit vóru samd um fosturtøkulógina.

Tað sigur nakað um, at summi mál eru størri enn flokspolitisk mørk.

 

 

 

Hetta hevur ikki verið ein løtt leið. Málið hevur verið í Løgtinginum ferð eftir ferð.

 

Kjakið hevur verið langt, sterkt og ofta kensluborið - tað skal eisini verða sagt í dag.

 

Eg veit, at henda lógin framvegis vekir ymiskar kenslur - og tað havi eg virðing fyri.

 

Tí hetta snýr seg um lív, virðir og sannføringar, og tað eigur altíð at verða møtt við virðing, men sum landsstýriskvinna eri eg fegin um, at Føroyar í dag hava eina lóggávu, sum í størri mun byggir á álit.

 

Álit á, at kvinnur eru førar fyri at taka ábyrgdarfullar avgerðir.

 

Álit á, at álvarsamar avgerðir verða tiknar við umhugsni.

 

Og álit á, at virðing fyri menniskjum er betri grundarlag enn vantandi álit.

 

Tí hetta er ikki ein lóg, sum fevnir um lættar avgerðir, hetta er ein lóg um rættin at taka tær truplu avgerðirnar sjálvar.

 

Í dag er eisini ein onnur týdningarmikil lógarbroyting komin í gildi.

 

Lógin um sterilisatión er nútíðargjørd – og hon byggir á sama prinsipp; at vaksin menniskju sjálv eiga at kunna taka avgerð um egnan kropp og egna framtíð.

 

Tað er eisini ein partur av sama virðisgrundarlagi.

 

 

 

Sjálvræði, ábyrgd og virðing

 

Tá vit í dag hátíðarhalda hesa løtuna, er eisini vert at minnast, hvussu nær við tað var, at lógin ongantíð varð samtykt. Lógin varð samtykt við 17 atkvøðum fyri - og 16 ímóti. 

 


Bert tann eina atkvøðan gjørdi munin.

 

Tað eru ikki bara tøl. Hetta er ein áminning - ein áminning um, at stór samfelagslig framstig ofta hvíla á einum sera smølum meiriluta.

 


At rættindi ongantíð eru sjálvskrivað – tí tey krevja menniskju, sum tora at halda fast - eisini tá mótstøðan er stór.  

 

Tí mugu vit minnast, at hvørki henda lógin ella onnur rættindi eru komin av sær sjálvum. Tey eru komin, tí fólk hava hildið á, tey hava tikið kjakið, tey hava tikið ábyrgd og tey hava valt dirvið fram um tøgnina.

 

Fyri meg hevur henda ferðin eisini verið ein áminning um, hvat politiskt dirvi krevur.

Tað eru løtur í politikki har tú veitst, at ein avgerð fer at hava ein persónligan kostnað.

 

At tú fert at verða misskilt, at tú fert at møta mótstøðu og kortini velur tú at halda fram.

Ikki tí at tað er lætt, men tí  at tú heldur, at tað er rætt.

 

Soleiðis flyta vit samfelagið. Ikki við stórum orðum, men við menniskjum, sum í avgerandi løtum velja at standa við sínar sannføringar – hetta sigur søgan okkum.  

 

 

 

Í dag kunnu vit fegnast, men vit skulu eisini minnast. Vit skulu minnast tær kvinnur, sum ongantíð fingu henda møguleikan, men sum tíbetur hava sagt okkum sínar søgur.

 

Vit skulu minnast tey, sum av fyrstan tíð tóku kjakið upp og bóru hetta málið fram - og hildu á gjøgnum nógv ár.

 

Og vit skulu minnast, at tað, sum er vunnið, ongantíð skal ella kann takast fyri givið.

 

Vit síggja kring heimin, at rættindi, sum nógv hildu vera trygg, verða avmarkað - ella tikin aftur.

 

Søgan lærir okkum, at framburður ikki kann síggjast eftir einari beinari linju.

Hvørt ættarlið sær hevur fingið - og fær sína uppgávu - og soleiðis hevur tað altíð verið.

Okkara uppgáva er ikki bara at vinna rættindi - hon er eisini at verja tey!

 

Vit siga ofta, at søgan dømir okkum, men søgan er ikki nakað, sum kemur uttanífrá. Søgan verður skrivað av teimum menniskjum, sum í einari avgerandi løtu velja at gera tað, tey halda vera rætt.

 

Í dag hava Føroyar skrivað eitt nýtt blað í sínari søgu. Lat okkum fara væl um tað.

 

 

 

At enda vil eg aftur siga hjartaliga takk:

 

Takk til Kvinnufelagið í Havn, Frítt Val, Amnesty Føroyar og Abort.fo, sum hava stríðst fyri hesum máli og stuðlað okkum politikarum.