Avtala um íbúðarbygging er undirskrivað

- Talan er um seks íbúðir, og ætlandi fer byggingin í gongd seinni í ár, siga tey í kommununi

 

Nú skulu íbúðir byggjast í Hvannasundi.

 

Tað er greitt, nú avtala er undirskrivað millum Hvannasunds kommunu og byggivirkið, Malltek.

 

Íbúðarbyggingin verður í nýggju útstykkingini Undir Gerðhamri í Hvannasundi.

 

- Talan er um seks íbúðir, og ætlandi fer byggingin í gongd seinni í ár, siga tey í kommununi.

 

Á myndini omanfyri verður avtalan millum Hvannasunds kommunu og Malltek undirskrivað.