Tíðindaskriv:
Listasavnið á Sandi er latið uppaftur fyri summarið. Nógv umtalaða lyftan á savninum er nú aftur virkin. Tað varð nógv umrøtt í heyst um atkomuviðurskiftini á Listasavninum á Sandi.
– Tað hevur havt stóran týdning fyri okkum, at hesi viðurskifti fingust í rættlag, tá øll skulu hava møguleikan at síggja alt savnið - eisini tað, sum verður sýnt fram í erva.
Opið er hósdag til sunnudag frá klokkan 13 til 16, og vit fara miðskeiðis í mánaðinum at hátíðarhalda, at savnið er vorðið 20 ár.
##med2##












