B68 hevur ikki vunnið ein kappingardyst á KÍ síðani 2014

B68 tekur móti KÍ í fjórðingsfinalu í kappingini um løgmansteypið

Í kvøld klokkan 18.30 byrjar fjórðingsfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum B68 og KÍ á Svangaskarði á Toftum.

 

Tá liðini hittust í landskappingini 11. apríl á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík vann KÍ stórsigur 6-1.

 

28. september í fjør eydnaðist tað tó B68 at knógva javnleik 3-3 móti KÍ í landskappingardysti á Svangaskarði. Tá 12 minuttir vóru leiktir var B68 á odda 2-0, men KÍ fekk høvdið fyri seg í seinna hálvleiki, og bjargaði einum stigi.

 

Hinar báðar innanhýsis dystirnar í landskappingini í fjør vann KÍ ávikavist 7-0 og 2-0.

 

Vit skulu heilt aftur til 21. september í 2014 fyri at finna tann seinasta sigurin hjá B68 á KÍ í einum kappingardysti í bestu fótbóltsdeildini. Tá vann B68 1-0 á KÍ á Svangaskarði á Toftum.

 

Í teimum seinastu 19 innanhýsis dystunum í bestu fótbóltsdeildini hevur annars verið talan um tveir javnleikir, og heili 17 sigrar til KÍ.

 

Kelda: FaroeSoccer