Fimm av seinastu seks dystunum eru endaðir 2-2

Gongur tað sum tað plagar verður longd leiktíð í Gundadali í annaðkvøld

Í annaðkvøld klokkan 18.30 spæla HB og B36 fjórðingsfinalu í kappingini um løgmanssteypið.

 

Gongur tað sum tað plagar verður talan um longda leiktíð.

 

Fimm av teimum seinastu seks ferðunum liðini hava møtst eru dystirnir endaðir við javnleiki 2-2. Liðini møttust í steypafinaluni í 2024. Tað stóð á jøvnum 2-2 aftaná 120 minuttir. HB vann brotssparkskappingina.

 

Tá liðini hittust í landskappingini 6. apríl í ár endaði tað "sjálvandi" við javnleiki 2-2.

 

B36 hevur tó fingið eina betri byrjan enn HB í landskappingini. B36 hevur fýra sigrar og tríggjar javnleikir, og hevur enn ikki tapt í landskappingini. HB hevur tríggjar sigrar, ein javnleik og trý tap. 

 

HER eru úrslitini frá átta teimum seinastu kappingardystunum millum HB og B36 við miðaloddsunum, ið vóru galdandi tá dystirnir vóru spældir:

 

##med2##