- Tá borgarstjórin úr Bissen frætti, at lið hansara skuldi møta einum liði úr einum líka lítlum býi sum hansara, fekk hann hug at koma við. Hann vildi eisini fegin hitta borgarstjóran og fáa innlit í, hvussu umstøðurnar eru í Klaksvík.
Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.
Í kvøld bresta KÍ og FC Atert Bissen saman í fyrra dystinum í fyrsta undanumfarinum í UEFA Champions League. Dysturin er tann fyrri av tveimum, har vinnarin samanlagt spælir seg víðari í kappingini.
- Bissen er ein lítil kommuna í Luksemborg. Kommunan telur umleið 3.500 íbúgvar. Seinastu árini hevur fótbólturin veruliga vunnið seg fram í býnum, og í ár er fyrstu ferð, at FC Atert Bissen hevur tryggjað sær luttøku í UEFA Champions League.
Klaksvíkar kommuna ynskir David Viaggi og fylginum hjartaliga vælkomnum til Klaksvíkar og ynskir báðum feløgunum ein góðan og spennandi dyst.










