Hetta var ein niðurstøða í 1. parti í sendirøðini "Oyggjar undir trýsti", sum varð sendur í útvarpinum mánadagin.
Í sendingini nevndi Sigga Jacobsen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, at stovnar sum Tjóðsavnið, Umhvørvisstovan og Fróðskaparsetrið hava gjørt ymsar lýsingar av náttúru í Føroyum, men nógv hol eru í vitanini um náttúruna. Tí er ilt at vita, hvat verður mist orsakað av útbyggingum.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, mælti til, at gjørt verður eitt føroyskt umhvørvisatlas, so greitt verður, hvar tær varðveitingarligu perlurnar eru, bæði tær natúrligu og siðsøguligu.
Fríðrik Heinesen, verkfrøðingur á Landsverki, helt, at var øll náttúra skrásett í Føroyum, hevði tað verið munagóð hjálp, tí so visti Landsverk, hvar útbyggingar ikki skulu gerast. Í hesum sambandi vísti hann á, at á kortal.fo eru fornminni skrásett, og tey fáa tí frið.
Sendirøðin í útvarpinum setir spurningin, um vit missa ov nógva náttúru í Føroyum orsakað av áhaldandi útbyggingum og krøvum um vøkstur. Uni Arge leggur hana til rættis.










