Í tíðindaskrivi sigur formaðurin Hans Natorp, at hann er ósamdur í avgerðini.
– Eg síggi ikki, at nakað er broytt, sum rættvísger, at Russland nú verður tikið inn aftur, sigur hann.
Russland hevur verið útihýst síðani oktober 2023 vegna innrásina í Ukraina. Nú mælir IOC til, at russiskir íðkarar aftur kunnu luttaka í olympiskum undankappingum og olympisku leikunum.
Hans Natorp heldur, at Russland í nógv ár hevur víst, at landið ikki virðir sjálvræði ítróttarinnar ella grundleggjandi olympisku virðini.
Hann vísir tó á, at IOC ynskir at halda ítrótt og politikk sundurskild. Men tá ítróttur verður brúktur sum eitt amboð hjá statinum, eigur ítróttarrørslan at siga greitt frá, heldur hann.
– Russland hevur ferð eftir ferð víst, at landið ikki virðir sjálvstøðuna hjá ítróttinum og olympisku grundreglurnar, sigur DIF-formaðurin.
Hann sigur samstundis, at avgerðin hjá IOC ikki kemur óvart á.
– Vit hava stríðst ímóti hesum alla tíðina, men mugu ásanna, at Danmark nú er ein greiður minniluti í hesum máli, sigur Hans Natorp.










