Ein persónur skuldsettur fyri at seta eld á í Steinatúni

Ein persónur varð fluttur á Landssjúkrahúsið við illgruna um roykeitran, eftir at eldur kom í á vesinum í Steinatúni í gjárkvøldið.

Løgreglan hevur illgruna um, at eldurin varð ásettur.

Beint eftir klokkan 17.30 í gjár varð boðað frá eldi á vesinum í Steinatúni í Havn.

Tá sløkkiliðið kom á staðið, varð ein persónur funnin inni á vesinum. Viðkomandi varð fluttur á Landssjúkrahúsið við illgruna um roykeitran.

Løgreglan hevur illgruna um, at persónurin sjálvur setti eld á, og tí varð hann skuldsettur fyri tað, áðrenn hann fór á Landssjúkrahúsið. Eitt vitni hevði sæð, at viðkomandi var einsamallur á vesinum.

Sambært løgregluni var einki á staðnum, sum bendir á, at eldurin kann vera kyknaður av sær sjálvum. Har var heldur einki, sum kundi bent á eitt nú skammlop. Eitt ruskílat var millum tað, sum kundi brenna.

Eldurin gjørdi, at vesið og hølið uttan fyri var svart av royki.

Málið verður nú kannað av løgregluni.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##