Faðir og sonur funnir á lívi í húsaleivdunum

Í allari neyðini, sum er í Venesuela eftir herviligu jarðskjálvtarnar, eru eisini glottar, tá fólk framvegis vera funnin á lívi í húsaleivdunum

Tað var hósnáttina, at tveir máttmikllir jarðskjálvtar raktu Venesuela. Hetta vóru skjálvtar, sum vórðu máldir til ávikavist 7,2 og 7,5.

 

Hetta eru harðastu jarðskjálvtar, sum hava rakt landið í meira enn hundrað ár.

 

Higartil eru 1450 fólk funnin deyð í leivdunum av rapaðum húsum og bygningum, men framvegis eru nøkur túsund fólk saknað.

 

Tí kann roknast við, at talið av deyðum fer at veksa.

 

Men, í allari neyðini eru eisini glottar, tá fólk framvegis vera funnin á lívi.

 

AFP-tíðindastovan veit at siga, at í dag eru pápi og sonur funnir á lívi í leivdunum - heilar fýra dagar eftir jarðskjálvtarnar.

 

ST sigur sambært NTB-tíðindastovuni, at tilsamans eru 6,8 milliónir fólk onkusvegna rakt av herviligu skjálvtunum í Venesuela.