Týska løgreglan hevur sett eina kanning í verk, eftir at ein veiðimaður seinnapartin í gjár fann part av einum mannakroppi nærindis Glücksburg í Týsklandi.
Umrødda skógarøkið liggur beint við markið millum Týskland og Danmark, og mannakroppurin varð pakkaður inn í plastik, veit løgreglan í Flensburg at siga í tíðindaskrivi.
- Við atliti til umstøðurnar kring tað, sum er funnið, er illgruni um, at ein valdsgerð er framd, leggur løgreglan aftrat.
Løgreglan í Flensburg leggur aftrat, at motivið fyri brotsverkið, og hvør hin deyði er, er partur av kanningararbeiðnum hjá løgregluni.
Útlendskir miðlar vita í dag at siga, at umleið 40 løgreglufólk eru i holt við at leita í økinum i royndini at tryggja møgulig prógv, sum kunnu verða við til at loysa málið.











