Líkindini at síggja nakað í kvøld

Tað er stór óvissa um líkindini at síggja nakað í kvøld. Tað hevur verið sera grátt allastaðni, men tað verður ljósari og ljósari alla tíðina. So er tað tað, um tað er nóg ljóst .....

 

Tað skrivar Veðurstova Føroya:

 

Á Viðareiði er nógv ljósari nú enn í morgun. Undirritaði tók myndina fyri 1½ tíma síðan. Munandi betri møguleiki at síggja nakað enn í Klaksvík. Men, men – alt hongur enn í óvissuni, men tað verður umhugsað at flyta tiltak Veðurstaðarinnar til Viðareiðis, sum líkindini er nú.

 

Vit fylgja við og gera møguleigar broytingar. Meir fæst at vita her á heimasíðunum hjá Veðurstøðuni.