Zhu Rongji var forsætisráðharri í Kina árini 1998–2001, og í dag doyði hann, 97 ára gamalur.
Tað veit kinesiska tíðindastovan, Xinhua, at siga.
Saman við forsetanum, Jiang Zemin, var hann drívmegini til at fáa Kina upp í heimshandilsfelagsskapin í 2001.
Zhu Rongji var ein sentralur politikari í arbeiðnum at lata kinesiska búskapin upp fyri heiminum.
Sagt verður um mannin, at hann var ein óvanliga litríkur politikari í kinesiskum politikki.











