Tað heldur Felagið fyri Súkklarar og aðra Ábæra Ferðslu, sum vit hava skrivað um fyrr í morgun. Felagið hevur tí vent sær til fíggjarnevninda hjá Løgtinginum við einum hoyringsskrivi til málið um at frítaka bensin og diesel fyri mvg í tríggjar mánaðir.
Hoyringsskrivið er soljoðandi:
»Í samband við lógaruppskotið um mvg-frítøku av brennievni, vilja vit í Felagnum fyri Súkklarar og aðra Ábæra Ferðslu vísa á manglar í lógaruppskotinum. Eisini vilja vit vísa á supplerandi átak, ið tænir nógv av sama endamálinum: at gera flytføri hjá fólki bíligari í einari tíð, har tað er blivið dýrari.
Lesið eisini: Vert at umhugsa at taka mvg av elsúklum
Felagið metir, at tað eru serliga tríggir manglar í verandi lógaruppskoti:
- - Flytføri er so nógv annað enn fólk í einum bili, sum brúkar eitt ávíst slag av orku.
- - Fíggjarstøðan skal verða nóg góð, áðrenn man fær ein lætta til flytføri. Tað merkir, at man skal frammanundan hava havt ráð til at eiga og reka ein ella fleiri bilar.
- - Lógaruppskotið leggur upp til at minimera ein trupulleika - ikki at finna betri loysnir til flytføri hjá føroyingum sum heild.
Tí meta vit, at eitt hóskandi supplerandi átak vildi verið at frítaka elsúkklur fyri mvg í eitt ávíst tíðarskeið.
Lesið eisini: Flutningur er meira enn bilar: Avtakið eisini mvg fyri elsúkklur
Fyrimunirnir við hesum eru millum annað:
- - Tað er eitt bíligt átak fyri landskassan samanborið við mvg-afturbering av elbilum og brennievni.
- - Tað rakar sosialt breiðari. Mvg-frítøka av elsúkklum er eisini til tey, ið stríðast við at eiga og reka skrásett akfør í heila tikið - ikki bert treytað av brennievninum. Hjá nógvum kann ein elsúkkla lættliga brúkast ístaðin fyri bil nummar eitt ella tvey.
- - Tað er ein meira varandi loysn enn mvg-frítøka av brennievni tí tá lóggávan gongur út, eru fyrimunirnir framvegis hjá teimum, ið hava keypt sær elsúkklu.
- - Tað hevur heilsufremjandi fyrimunir um fleiri fólk brúka súkklu í gerandisdegnum.
At enda: Til veðurlagsdagin, ið var hildin 23. Apríl 2026, tosaði Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, m.a. um týdningin av, at vit gerast minni bundin av olju. Við hesum uppskotinum er eitt gott høvi at seta gerðir handan orðini, og virka fyri minkandi oljunýtslu og meira heilsufremjandi flytførismøguleikum. Flytføri er nógv meir enn bilar, sum brúka ávísar orkukeldur, og tað halda vit at lóggávan eigur at endurspegla. Tí vilja vit gjarna bjóða okkum fram sum hoyringspartur í viðgerðini av málinum, har vit vónandi kunnu koma við einum breiðari sjónarmiði uppá trupulleikan.«
Vinarliga,
Felagið fyri Súkklarar og aðra Ábæra Ferðslu:
Rói Skarðenni - Guðrun í Jákupsstovu - Gunvør Balle - Sjúrður Horsdal











