Spyr um brúnna um Fjarðará og um nýggja veg í Skálafirði

Helgi Abrahamsen hevur spurt landsstýrismannin um ætlan er at byggja nýggja brúgv um Fjarðará í Skálafirði

Løgtingsmaðurin hevur sett Jacob Vestergaard ein grein 52a fyrispurning um málið. Hann spyr soleiðis:

1. Er ætlanin at gera eina nýggja brúgv um Fjarðará í Skálafirði?

2. Hvussu nógv kann roknast við, at ein møgulig nýggj brúgv fer at kosta?

3. Hvørja ávirkan hevur tað fyri møguleikarnar at gera ein nýggjan veg omanfyri bygdina í Skálafirði, um nógvir pengar verða brúktir til ábøtur á verandi veg?

Í viðmerking til fyrispurningin sigur Helgi Abrahamsen, at Landsverk í nógv ár hevur víst á, at nógvar brúgvar í Føroyum eru í ringum standi.

– Brúgvin um Fjarðará í Skálafirði hevur verið nevnd sum dømi um eina brúgv, sum er í sera ringum standi, sigur Helgi Abrahamsen.

– Nú ljóðar at brúgvin skal skiftast út, men samtíðis er ein onnur eldri ætlan um at gera nýggjan veg uttanum bygdina. Tann ætlanin hevur verið parkerað í nógv ár.

– Hesin spurningurin verður settur fyri at vita, hvørja ávirkan tað kann hava á ætlanina um at gera ein nýggjan veg, um nógvir pengar verða brúktir til at bøta um verandi veg, sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.