Tíðindaskriv:
Robert er ein av teimum fremstu countrytónleikarunum í Írlandi. Hann hevur givið 15 solo studioútgávur og tvær fløgur út higartil. Hann er støðugt á ferð í Írlandi og Bretlandi saman við sínum bólki. Robert varð kosin ‘Yndis countrysangari í Írlandi’ í einari lesarakanning, ið varð gjørd av RSVP blaðnum.
Atgongumerki fáast til sølu á www.country.fo
Robert er føddur í Louisiana, USA. Hansara fyrstu tónleikaligu ávirkanirnar komu frá foreldrunum, ið bæði tvey luttóku í einum kristnum gospel kóri. 17 ára gamal, flutti Robert til Connecticut, og seinni meldaði hann seg í amerikanska herin, har hann tænti í fleiri ár. Eftir hernaðarliga tænastu flutti hann til Írlands við dreymum um eina yrkisleið innan countrytónleik. Har hevur hann búð seinastu 25 árini.
“Kick Ass Country” var fyrsti veruligi hittarin hjá honum, men sangurin “Say You Love Me” gjørdi hann kendan í hvørjum heimi í Írlandi. Aðrir sangir so sum m.a. ‘Mama Courtney’, ‘Two Rooms and a Kitchen’, ‘The Farmer’, ‘John Deere Beer’, ‘Louisiana Saturday Night’ og ‘Say You Love Me’ hava verið við til at gjørt Robert til ein av kendastu country listafólkunum í heiminum.
Síðan 2011 er 29. oktober ‘Robert Mizzell’ dagur í Shreveport, USA, hagani hann er ættaður. Aðrir, ið eisini eru heiðraðir har, eru m.a. Elvis Presley, Merle Kilgore, ið hevur skrivað “Ring of Fire” saman við June Carter Cash, og Hank Williams eldri og yngri. Robert hevur framført á fleiri av týdningarmestu pallunum í USA, m.a. The Midnite Jamboree, The Ernest Tubb Theatre, The Cowboy Church, The Carter Family Fold, The Country Tonite Theatre og heima í Shreveport í Louisiana.
Robert Mizzell er sera virkin, og prógvar ferð eftir ferð, at hann er ein av bestu country tónlistafólkunum í heiminum. Hansara heita lyndi og erliga persónligheit vinna honum støðugt nýggjar fjepparar. Ummælarar eru samdir um, at hann leggur hjarta og sál í hvønn sang - og prógvar harvið, hví hann er ein av teimum fremstu í sjangruni.
"Country Festivalurin - Har Country hittini, hittast"










