Tað er ørkymlandi, hvussu býráðsmeirilutin arbeiðir við ítróttarøkinum. Í farnu viku var mál lagt fyri mentanarnevndina, har ætlanin var at brúka 52 mió. kr. upp á eina inngongd til ítróttarøkið. Samstundis legði býráðsmeirilutin fram í sínum ætlanum, at fimleikarhøllin skuldi bíða til 2036.
Vit eru skelkað av, hvussu fimleikarhøllin enn einaferð verður handfarin. Í valstríðnum vóru øll so sára samd um, at fimleikarhøll skuldi raðfestast sum tað fyrsta, tá ið eitt nýtt býráð tók við.
Nú vit eru komin eitt gott ár inn í valskeiðið, hevur býráðsmeirilutin valt at bíða við fimleikarhøllini til 2036 – tað sigur tíðarætlanin.
Ivasamt, um hon yvirhøvur kemur í 2036
Samlaða verkætlanin, sum býráðsmeirilutin arbeiðir við, kostar í alt 361 mió. kr., har nýggj svimjihøll og umklæðingardeildir til ítróttarøkið eisini eru partur av verkætlanini.
Tað er tó sera ivasamt, um tað ber til at gjøgnumføra alla hesa verkætlan fíggjarliga áðrenn 2036, tá vit vita, at eldraøkið, vegir, útstykkingar, kloakkir, dagstovnar, skúlar og nógv annað eisini hava stórar avbjóðingar og ikki bara kunnu setast í bíðistøðu.
Tí eru vit bangin fyri, at fimleikarhøllin er longri vekk enn 2036.
Fimleikarhøll skal raðfestast nú!
Tað er týðiligt, at býráðsmeirilutin arbeiðir uttan mið og mál. Meirilutin leggur málið fyri við tilmæli um at raðfesta soleiðis, at fimleikarhøllin verður tað seinasta, sum verður gjørt.
Nakrir limir í meirilutanum ynskja at taka lán og fara í gongd við verkætlanina og brúka 52 mió. kr. til eina inngongd til ítróttarøkið, og fylgja ætlanini um at útseta fimleikarhøllina til í fyrsta lagi 2036. Aftaná at minnilutin hevur gjørt vart við sína støðu, hevur ein partur av meirilutanum sett fram ynski um at kanna eitt sindur meira, áðrenn hendan verkætlan upp á 361 mió. kr. verður sett í gongd.
Vit fara á býráðsfundinum hósdagin at mæla til, at 52 mió. kr. heldur verða settar av til eina fimleikarhøll enn eina inngongd!
Tað er einki minni enn rætt og rímiligt, nú felagið hevur bíðað í alt ov langa tíð.
Vegna Fólkaflokkin
Jógvan Skorheim
Oddmar á Lakjuni
Eyðstein Poulsen
Fríðin Ziskason
Atli Justinussen










