Gourmetpitsur og vín í kjallaranum í Nólsoyarstovu

Hetta vikuskiftið 7. og 8. august flytur kokkurin Ray frá ROKS – sum í 2025 varð kosin ’Besti gourmet-pitsakokkur í Danmark’ – inn í Grót í Nólsoyarstovu.

Tá fara kokkar og tænarar frá ROKS at borðreiða við nýskapandi pitsum, góðum víni og leskandi kokkteylum. Á matskránni eru forkunnugar pitsur við eitt nú snjókrabba, røstum kjøti og øðrum spennandi rávørum.

– Hetta verður ikki eitt vanligt pitsakvøld – hetta verður ein serlig matuppliving, siga tey á Roks.

– Vit síggjast í Grót (kjallarin í Nólsoyarstovu) 7. og 8. august millum kl. 17.00 og 24.00, siga tey.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##