Gullbrandur í Horni Øregaard var aftur liðskipari hjá Sandnes ULF, ið fyrr í dag spældi dyst á útivølli í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Á útivølli á Fosshaugane Campus leikvøllinum í Sogndal var Sandnes fyri 0-2 tapi.
Sandnes hevði líka nógvar royndir innanfyri málrammurnar sum heimaliðið, men Sogndal kendi sína vitjanartíð.
Sandnes er nummar 11 í deildini við 20 stigum. Teir hava tapt tríggjar av fýra teimum seinastu dystunum. Gullbrandur og liðfelagarnir hava bert fýra stig niður til næstaftasta liðið, Raufoss.
Komandi dystur hjá Sandnes ULF verður í norsku steypakappingini. Mikudagin 26. august spæla teir dyst á útivølli móti Varhaug, ið spælir í fjórðbestu deildini.











