Heimapartarnir kunnu heintast klokkan 15

     

    Tórshavnar kommuna boðar nú frá, at tey, sum ynskja heimapart av grindini, ið legði beinini í Sandagerði í gjár, kunnu heinta heimapartarnar klokkan 15 uttanfyri hjá Magn á Vestaru Bryggju.

     

       

      – Gev gætur, at parkeringsmøguleikarnir á Vestaru Bryggju eru sera avmarkaðir.

       

      Kunna teg nærri um atkomuviðurskiftini her: 

       

      Av tí at grindin, sum var hildin til í Sandagerði í gjár, er so stór, verða sera avmarkaðir møguleikar at parkera á Vestaru Bryggju, har skorið verður upp og fólk kunnu heinta sín grindapart.

       

      Skipað verður tí fyri ferðslustýring, soleiðis at bilar kunnu koyra oman og seta fólk og útgerð av ella heinta sín part, tá tað er klárt. Heitt verður á fólk um at parkera aðrastaðni og ikki koma oman við bilinum, fyrr enn tit vita, at tykkara partur er klárur at heinta.

       

      Á kortinum sæst, hvar seðlarnir til drápspartarnar verða at síggja, hvar uppskeringin fer fram og hvar fólk kunnu heinta sín heimapart. Á kortinum sæst eisini, hvussu bilar skulu koyra oman á økið og niðan aftur.