- Allir havar kunnu verða við - smáir, stórir, krukkuhavar ella. hvussu havarnir nú eru skipaðir.
Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at tilmelding og innstilling fer fram umvegis teldupost klaksvik@klaksvik.fo, og telduposturin skal frámerkjast: Vakrasti urtagarður.
- Tey, sum verða innstillað, verða síðan spurd, um tey ynskja at luttaka, og freistin at melda til er á middegi hin 16. juli 2026.
Í dómsnevndini sita: Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini, Hans Hjalti Skaale, býargartnari og ein uttanveltaður serkønur persónur.
Dómsnevndin kemur at hava eina skoðan í summar. Hetta verður væntandi í viku 30, og í august verður vinnarin avdúkaður. Vinningur verður latin til besta urtagarð.
Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at dómsnevndin fer at døma út frá hesum viðurskiftum:
* Gras: Væl sligið, lítið ókrút, kantar væl skornir, og sligið gras er burturbeint.
* Blómur: Deyðar plantur beindar av vegnum, planturnar eru væl fyri, og einki ókrút í blómuteigum.
* Hekkur: Tættur og væl kliptur, og deyðar plantur eiga ikki at standa í girðingini.
* Trø: Deyðar greinar eiga ikki at vera á trænum, og træið er væl røkt.
Lagt verður aftrat, at hugt verður eisini eftir, hvat gøtur og tún eru gjørd av - antin hetta er asfalt, flísar, grús, betong ella annað.
- Órudd eigur ikki at liggja í túninum, og mosi og ókrút skulu ikki skemma. Her skal verða reint og vakurt, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.










